Heystfrítíðin er fyri framman. Nógv nýta heystfrítíðina til at vitja familju, hjálpa til við slakti, fara í konfirmatión ella njóta møguleikan at hugna sær saman. Og heystfrítíðin er uppløgd at njóta í Vági.
Alla heystferiuna er okkurt at fara til. Niðanfyri eru nøkur útvald tiltøk lýst.
Fríggjakvøldið er eitt hugnaligt tiltak í Vágs kirkju, har frásøga, hugleiðing og sangir eftir Fríðbjørg Jensen verður kl 19.00.
Leygardagin verður stórt tiltak í Marghøllini, Valhalla, har ymisk frítíðar- og ítróttartilboð úr Surðuroy kunnu upplivast. Á Valhalla verður eisini okkurt til matna, eitt nú verður Fisk & Chips bilurin uttanfyri Marghøllina. Inni í Marghøllini er ein matarstova. Her verður bjóðað nakað so forkunnugt sum blóðpannukøkur. Kakur og kaffi/te verða eisini at fáa. Tiltakið í Marghøllini er ókeypis, men man kann lata eina upphædd fyri mat og kaffi/te um man ynskir at stuðla Suðurskot, sum stendur fyri tiltakinum. Peningurin verður nýttur til at keypa nýggja útgerð til felagið.
Hondbóltsskúlin hjá VB verður aftur í ár í Vágs Høll og Marghøllini. Hondbóltsskúlin verður 11. og 12. oktober. Og hondbóltsskúlin er fyri børn úr 1-10 flokki. Børnini kunnu vænta sær nakrar stuttligar og spennandi dagar, sum endar við biografi í VB húsinum.
Fyri tey smærru børnini verður ein søguløta í Miðlatúni mánadagin 10. oktobur klokkan 16.00, har Finn Johannesen kemur at lesa søgu. Miðlatún bjóðar sunkist og drekkamun. Og ónsdagin til leygardagin standa hoppiborgir uppi í Marghøllini, har børn kunnu hugna sær. Opið er frá klokkan 9 til 18 og tað er ókeypis at koma inn. Upplatingartíðirnar hjá Páls Høll verða lýstar á Facebook síðuni hjá Páls Høll og á heimasíðuni vagur.fo.
Matarstøðini hava opið sum vanligt, og harafturat hevur BiBi’s Cakery pop-up café á BRIM B&B. Pop-up cafe’in er opin 13. til 15. oktobur. Á Jugga er opið bæði vikuskiftini í heystfrítíðini, og 15. oktobur verða Jens Marni og Kim Hansen á Jugga.
Handlarnir í Vági hava langan leygardag, bæði 8. og 15. oktobur. Handlarnir hava opið frá klokkan 10 til 16, og koma eisini at hava fleiri góð tilboð hesar dagarnar.
Søvnini í sunnaru helvt hava øll opið leygardagin 15. oktobur. Talan er um søvnini í Akraberg, Vági og Porkeri. Søvnini eru opin frá klokkan 15 til 17.
Gistingarmøguleikarnir eru nógvir! Í Vági er eitt breitt úrval av húsum, smáttum og íbúðum, sum eru tøk at leiga. Og náttúran í Suðuroynni og runt um Vág er sera vøkur og lætt atkomulig.
Facebook viðmerkingar