Grønur streymur í september

Elorkan í Suðuroy var 100% grøn í góð 8 samdøgur í september, og í 10 samdøgur lá grøna elorkan yvir 80%

Samanlagt fyri allan september kom grøna elorkuframleiðslan upp á sløk 53%, og somuleiðis lá grøna elorkuframleiðslan fyri alt landið á 53%.

Skipanin við vindorku, synkronkompensatori og battarískipan í Porkeri varð royndarverksett síðst í august. Hon hevur roynst væl, og í tilsamans 8 samdøgur var Vágsverkið sløkt.

Facebook viðmerkingar