Í morgin, leygardagin 8. Oktober frá kl. 12:00 – 18:00 verður árligi heystmarknaðurin á Tvøroyri. Heystmarknaðurin hevur verið sera væl vitjaður, tey árini vit hava havt hann.
Til ber at keypa føroyska rávøru, ymiskt handaligt, ókeypis smakkroyndir eru at fáa, seyður verður flettur, fiskur verður flaktur, livandi fiskur og krabbar eru at síggja og mangt annað. Gongutúrur í hugnaliga Valinum, verður eisini kl. 14:00.
Tað serliga í ár, er at alt virksemið er flutt oman á havnarlagið, í søguligu, gomlu bygningarnar hjá T.F. Thomsen.
Handlar í býnum, matstovur og dansistøð spíla seg eisini út í vikuskiftinum og vónin er at heystmarknaðurin setur sín stóra dám á vikuskiftið, við einum hópi av vitjandi.
Tiltakið hevur síðu á Facebook, har til ber at síggja mongu tilboðini/titøkini, sí her https://www.facebook.com/heystmarknadurin
Facebook viðmerkingar