Vágs kommuna: Fyribils verður eitt oljufýr sett upp, sum skal hita Páls Høll – inn til ein varandi grøn loysn er funnin.
Hetta hevur verið ein avbjóðing hjá Vágs Kommunu, men við hjálp frá lokalum veitarum, hava vit funnið eina fyribils loysn, sum vil tryggja at øll almenn svimjing og venjingar kunnu halda á sum vanligt í Páls Høll, tá eingin hiti kemur frá SEV, sigur borgarstjórin í Vágs Kommunu Bjarni Johansen.
Tað eru fleiri veitarar sum arbeiða við at finna fram til eina varandi grøna loysn. Men felags fyri allar loysnirnar er, at tað er long veitingartíð, tí eftirspurningurin eftir hitapumpum og líkandi loysnum er sera stórur í løtuni.
Væntandi verður Páls Høll opin aftur í komandi viku. Lýst verður nærri her á heimasíðuni og á Facebook síðuni hjá Páls Høll.
Facebook viðmerkingar