Komandi leygardag, 22. okt. kl. 14-17, fer Kirkjukórið Ljómur undir at venja heystskránna. Okur hava ein fittan og dugnaligan kórleiðara, Benjamin Gaasedal. Hann hevur drúgvar royndir m.a. frá Húsakórinum og MPIRI í Keypmannahavn og fleiri kórum, sum hann hevur stjórnað norðanfjørðs.
Benjamin Gaasedal stjórnaði, tá ið elverkið fylti 100 ár
Okur gleða okum til at síggja nýggj andlit og hoyra nýggjar røddir leygardagin kl. 14 í Vágs Skúla! (Vanliga venja okur tó mánakvøld)
Tað er heilsubót fyri sál og likam at koma saman at syngja.
Møtið fjølment, sigur Ljómur í einum tíðindaskrivi.
Facebook viðmerkingar