Orsakað av ógvusliga prísvøkstrinum seinastu tíðina hevur Tjóðveldi lagt lógaruppskot fyri tingið um at hækka familjuískoytið og at fleiri skulu hava møguleika til at fáa ískoytið.
Endamálið við uppskotinum er, at bæði upphæddin, sum fólk kunnu fáa sum ískoyti eins og inntøkumarkið hækkar, soleiðis at skipanin røkkur út til fleiri borgarar, samstundis sum fíggjarliga ískoytið munar betur í gerandisdegnum hjá teimum, ið hava trupult at fáa endarnar at røkka saman. Ítøkiliga hækkar ískoytið við 6.000 kr., og inntøkumarkið fyri stakar uppihaldarar og hjún/samlivandi hækkar til á leið 90% av eini arbeiðaraløn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Ítøkiliga leggur lógaruppskotið upp til, at inntøkugrundarlagið á 220.000 kr. fyri stakar uppihaldarar og 320.000 kr. fyri gift ella samlivandi verður hækkað til ávikavist 227.000 kr. og 330.000 kr.
Harumframt er skotið upp, at sjálvt familjuískoytið á 24.000 kr. verður hækkað til 30.000 kr. fyri fyrsta barnið.
Sjálvt uppskotið kann síggjast her: https://www.logting.fo/documents/54186
Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar