Hans Jacob og Egill vunnu 31. umfar í sjavs

Tórsdagin 13. oktober var 31. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag spælt í VB-húsinum. Hetta umfarið vunnu Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson.

Úrslitið av umfarinum var hetta:

Nr. 1. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 4 stig hvør
Nr. 2. Sveinbjørn Borg Larsen og Henning Djurhuus, 3 stig hvør
Nr. 3. Anja Bech og Petur Muller, 2 stig hvør
Nr. 4. Sámal Poulsen og Páll Lervig, 1 stig hvør.

Eingin sjavskapping verður hesa vikuna vegna Sjavstúrin við Norrønu, sum verður 20. – 24. okt. Sjavsur verður aftur tórskvøldið 27. okt kl. 18.30 í VB-húsinum.

Facebook viðmerkingar