Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur fyri tíðarskeiðið 1.10.2022-30.09.2025 sett nýggja Miðlastuðulsnevnd við hesum limum:
- Bjørk Maria Kunoy, forkvinna., cand.jur., eftir tilmæli frá Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya – Dánjal Høgjaard, cand.jur., er varaformaður.
- John Johannesen, tíðindafólk, eftir tilmæli frá felagnum Føroysk Miðlafólk – Sigrún Brend, tíðindafólk, er varalimur.
- Hallbera West, ph.d., cand. scient pol., eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya – Martin N. Simonsen, cand.mag., er varalimur.
Á fundi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum 19.10.2022 heilsaði landsstýrismaðurin upp á nevndina og greiddi frá arbeiðsuppgávunum. Høvuðsuppgávan hjá nevndini er at býta út stuðulin á fíggjarlógini til privatar tíðindamiðlar. Á fíggjarlógini fyri 2022 eru 2 mió. kr. settar av til ávikavist lønir og verkætlanir. Landsstýrismaðurin hevur í fíggjarlógaruppskotinum hækkað játtanina við 0,5 mió. kr. upp í 2,5 mió. kr. í 2023.
Nevndin fer alt fyri eitt at viðgera umsóknirnar um stuðul, sum komu inn til freistina 17. oktobur.
Miðlastuðulsnevndin verður sett sbrt. løgtingslóg nr. 35 frá 31. mars 2017 um miðlastuðul. Limirnir skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti, fjølmiðlar, fíggjarviðurskifti og roknskaparviðurskifti.
Mynd: John Johannessen, Bjørk Maria Kunoy, Jenis av Rana, Hallbera West, Sigrún Brend, Martin N. Simonsen.
Dánjal Højgaard vantar á myndini.
Facebook viðmerkingar