Oljufeløgini liva væl í hesum døgum, prísurin á brennievni hækkar í hvørjum.
Nú kostar ein litur av bensini 14 krónur og 20 oyru.
Túsund litrar av olju til húsarhald kosta næstan 12.600 krónur.
Hetta er tungt hjá føroysku húsarhaldunum. Men samgongan tykist ikki leggja í, tí onki verður gjørt hóast áheitanir og fyrispurningar frá m.a. Tjóðveldi.
Áhugavert at vita, hvussu úrslitini hjá oljufeløgunum verður. Tað gongur jú sum smurt, og feløgini hava allarhelst ráð til eykajólagávu til sín sjálvan.
Kanska syngja oljufeløgini, sum jólamaðurin: ”Jólini nærkast í hvørjum, allarbest mær hugnar í Føroyum”.Hinvegin verður torførari hjá húsarhaldunum at keypa jólagávur.
Beinta Løwe
Løgtingskvinna, Tjóðveldi.
Facebook viðmerkingar