TB vann uppflyting í Betrideildina

Hóast TB tapti 2-3 ímóti Undrið FF í seinasta umfari í 1. deild, samstundis sum kappingarneytin B71 vann 2-1 ímóti oddaliðnum ÍF í Fuglafirði, so vann TB uppflyting í Betrideildina, tí TB hevði betri málmunn enn B71.

Hetta merkir so eisini, at komandi kappingarár verður tað aftur fótbóltur í Betrideildini hjá monnum við Stórá í Trongisvági.

Endaliga støðan í 1. deild gjørdist hendan

Facebook viðmerkingar