Tað er eitt viðkvæmt evni at fara í holt við. Eingin hevur tað endaliga svarið um, hvussu ein skal bera seg fram, sum trúgvandi politikari. Tí ætli eg mær ikki at útpeika nakran fyri at gera rætt ella skeivt. Har er bara ein, ið kann tað, Guð sjálvur.
Men eg vil gjarna loyva mær at gera mær meiningar um, hvussu politikarar nýta sín sess, hvussu teirra arbeiðsháttur er, og hvussu man vil stýra einum landi.
Uttanríkismálaráðharrin var í Andglettinum í vikuni, og úttalaði seg um, at hann ikki vildi peika á ein samkyndan politikkara sum statsministara. Hetta er ikki nakað, ið kemur óvart á okkum, men tó er hetta ótrúliga keðiligt.
Tað, at ein er samkyndur, eigur ikki at merkja, at ein trúgvandi ikki kann arbeiða saman við honum. Hetta hevði útilokað ómetaliga nógv arbeiðspláss í einum samfelag. Tað, at ein er samkyndur, merkir ikki, at viðkomandi er óarbeiðsførur í einum kristnum samfelag, so langt frá, samleiki hevur einki við arbeiðseginleikar at gera.
Vit kunna ikki døma politikarar eftir, hvønn samleika teir hava, júst sum at eg ikki vil, at fólk døma meg, eftir hvønn samleika eg havi.
Vit eiga at døma politikarar eftir, hvat teirra politisku ynski eru.
Her er mín størsti trupuleiki við útsøgnini hjá landsstýrismanninum.
Tí Søren Pape er ein konservativur politikari. Hann hevur ta áskoðan, at har bert eru tvey kyn (júst sum Miðflokkurin). Hann ynskir ikki, at børn skulu kunna gera eitt løgfrøðiligt kynsskifti (sum Miðflokkurin). Hann ynskir ikki at hækka um vikutalið, har abort kann fremjast (í tráð við áskoðanina hjá Miðflokkinum).
Um Miðflokkurin skal peika á NAKRAN, so eru tað bert tveir flokkar í donskum politikki, ið Miðflokkurin eigur at kunna stuðla. Tað eru; Kristendemokratarnir og KONSERVATIVE!
Hetta vísir okkum, at tað er ikki tann kristni poltikkurin, sum Jenis og Miðflokkurin hugsa um. Hettar er propaganda, við Bíbliuni sum gísla.
Hvat er teologiskt rætt og skeivt hoyrir eitt annað forum til. Tað hevði eg eisini havt áhuga í at práta við landsstýrismannin um. Men politiskt er hetta heilt ótrúliga býttisligt.
Eg taki frástøðu frá einari slíkari útsøgn, tí soleiðis ynski eg ikki at arbeiða í politiki, um eg nakrantíð fekk møguleikan.
Heri Danielsen – Formaður í Unga Sjálvstýri
Facebook viðmerkingar