Søludagur hjá Dugna 5. nov. í SALT

Leygardagin verður serligur søludagur í Salt, har Dugni fer at selja ymiskt tilvirkað á verkstøðum. Talan er um endurnýtslu lutir og um lutir tilvirkaðir úr endurnýttum tilfari. Hetta er ein góð mynd av hvat arbeiðið hjá Dugna handlar um, at menniskju og lutir fáa nýggjar møguleikar at virka og hava virði… Eitt nú hava reimarnar, sum áður vóru nýttar til flutning, fingið nýtt endamál og virðið, sum partur av lekru taskunum, seymaðar á verkstaðnum hjá okkum.

Dugni heldur til í hølunum hjá Salt á Drelnes, har vit ígjøgnum arbeiðsfremjandi tiltøk, arbeiða fyri at stuðla okkara viðskiftafólkum í at hava eitt virkið lív. 

Alt sum kemur inn frá søludegnum fer óskert til virksemi okkara við endurbúgving og stuðlan víðari í arbeiði ella útbúgving. 

Til søludagin 5. november hava vit opið í kafeini, har høvið verður at keypa nýbakaðar vaflur, kaffi, thé og saft. Opið er frá kl. ‪12 – 17‬.

Facebook viðmerkingar