Í Vági er eitt 6 metrar høgt granntræ gróðursett. Ynski er, at Vágs Kommunan í framtíðini sleppur undan at keypa granntrø, sum eru feld, og kann fara yvir til eina meira burðardygga loysn. Serliga tá tað kemur til jólamánaðin í Vági – men ein loysn, sum kann skapað gleði alt ári.
Vágs Kommuna hevur í 2022 arbeitt við eini verkætlan, ið nevnist Burðardygg býarfríðkan. Tankin við verkætlanini er, at kommunan ger grøn átøk ymsa staðni í bygdini. Í burðardyggu býarfríðkanini er ætlanin at grønu økini í Vági verða dagførd og nýggj verða gjørd. Á útvaldu økjunum verða blómur, runnar og trø gróðursett.
Fyrsta stigið í verkætlanini er komi so mikið, at nú er tað sett í verk. Talan er um gróðursetanina av einum nærum 6 metra høgum granntræið – eitt livandi jólatræ – á økinum við minnisvarðan. Jólatræið er eitt Abies Nordmanniana granntræ, sum hóskar til føroyska veðurlagið. Harumframt verða 10 onnur størri trø og runnar gróðursett við minnisvarðan í Vági. Vónin er, at hesi trø koma at veksa seg til og at fríðka um minnisvarðan. Trøini eru keypt og innflutt úr Hollandi.
Talan er um eina royndarverkætlan, sum kommunan er í holt við. Okur eru sera spent at vita, hvussu jólatræið og hini trøini koma at trívast í Vági. Okra vón er, at trøini – serliga jólatræið – kemur at trívast og veksa sjeg til. Jólatræið er lægri enn okur eru von við, men hetta er fyri at tryggja, at træið hevur bestu forskriftir til at koma sjeg í føroyska veðurlagnum. Sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri.
Økið við minnisvarðan er karmur um fyrsta stigið í verkætlanini. Økið er stórt og sera væl egna. Økið er 2.500 m2 og liggur mitt í Vági. Kommunan hevur í fleiri umførum arbeitt við, at fríðka um økið. Og talan er um eitt økið, sum verður brúkt til ymisk endamál. Umframt minnisstaðurin hjá teimum, sum eru farin á sjónum, so verður økið brúkt tá, eitt nú, Grækarismessu- og flagdagshald eru í Vági. Eisini verður Jóansøkan sett við Minnisvarðan. Jólahaldið hjá kommununi verður eisini skipað á hesum økið.
Í verkætlanini verða onnur tiltøk hjá Vágs Kommunu savnaði. Nevnast kunnu Várdagar í Vági, plantupakkin, ókeypis træspónir, plantan av summarblómum og ruddingardagurin. Endamálið er at arbeiða ítøkiliga við nøkrum felagsætlanum í kommununi. Á hendan hátt gerst kommunan betri at lyfta í felag.
Vágs Kommuna vónar at jólatræið og verkætlanin Burðardygg býarfríðkan verður væl móttikin. Og fyrsta royndin verður 27. november, tá almenna jólahaldið og jólatræið verður tendrað.
Facebook viðmerkingar