Jólatræið í Vági verður tendrað

Mynd: Bjartur Vest

Í ár verður jólatræið tendrað sunnudagin 27. novembur kl. 18.00. Hornorkestrið á Tvøroyri spælir og Finn Johannessen lesur eina jólasøgu. Frelsunarherurin luttekur við sangi og Sámal Midjord, korpsleiðari, lesur jólaevangeliið. Aftur í ár vitja jólamenninir og hava pakkar við til børnini.

Skótarnir bjóða kaffi og okkurt afturvið á minnisvarðaøkinum.

Hetta er samstundis fyrstu jólini, har nýliga gróðursetta granntræið, sum Vágs Kommuna hevur keypt til jólatræ, verður tendrað. Jólatræið er ein partur av verkætlanini ”Burðardygg býarfríðkan”. Ynski við verkætlanini er, at kommunan í framtíðini sleppur undan at keypa granntrø, sum eru feld.

Facebook viðmerkingar