Savnað inn undirskriftir: Fíggjarlig raðfesting – Suðuroyartunnil!

Á alnótini verður nú gjørd undirskriftsinnsavning undir heitinum “Fíggjarlig raðfesting – Suðuroyartunnilin”.

Stigtakararnir skriva:

Góðu føroyingar, vit vilja nú gera vart viđ støðuna í Suðuroy, sum tíverri er afturúrsigld.

Hetta skal verða ein áheitan á komandi samgongu!

Fáa vit nóg nógvar undirskriftir, skal hesin boðskapurin og fólksins vilji runga í løgtinginum!

Eitt sindur um støðuna í suðurøki landsins:

Í ár 1950 búðu 6.268 íbúgvar í Suðuroy, og í dag, ár 2022, búgva 4.603 íbúgvar í Suðuroy. 

Í kreppuárunum í 1990-unum frættist, at áleið 13 % av suðuroyingum flýddu av oynni, tí arbeiðsloysið tók verri at bíta í Suðuroy enn í restina av landinum. 

Latið okkum knýta mestsum allar føroyingar saman í sama veganet (99 %) – latið okkum standa saman um Føroyar.

Vit mugu javnseta landafrøðiligar minnilutar við meirilutar, so at vit ikki skapa sosialan ójavna og undir- og yvirstættir! 

Latið okkum fáa Skúvoy við, sum hevur nógv at bjóða øðrum føroyingum.

Í Skúvoy búgva áleiđ 17 fólk, og er henda – einaferð háborg Føroya við Sigmundi Brestissyni á odda – vakra oyggj í svárari neyð, tí avtoftan stendur fyri durðum.

Enn eru ráð fyri tí!

Latið okkum fáa suðurøki við og byggja land!

Bjóðið øðrum (ætt, vinir, kenningar, starvsfelagar og grannar) at skriva undir.

Frammanundan tøkk 🙂

Undirskriftsinnsavningin er her – og eisini tú kann skriva undir HER

Facebook viðmerkingar