40-50 arbeiðsfólk á kryvjivirkinum í Vági farin í ALS

Einki arbeiði er á virkinum í løtuni, og arbeiði verður ikki aftur fyrr enn í fyrsta lagi í januar

Tey 40 til 50 arbeiðsfólkini á kryvjivirkinum hjá Bakkafrosti í Vági hava einki arbeiði í løtuni. Arbeiði verður ikki aftur har fyrr enn í fyrsta lagi í januar.

Flestu starvsfólkini eru tí farin í fiskavirkisskipanina hjá ALS. 

Steðgur er í arbeiðnum, tí tað viðrar ikki at flyta laks til Vágs, og brunnbáturin, ið flytur fisk til kryvjivirkið, er eisini bundin av øðrum uppgávum.

– Starvsfólkini áttu at fingið meira enn tað, sum ALS rindar teimum, sigur Johan Augustinussen, formaður í arbeiðsmannafelagnum Framtíðini í Vági.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

Facebook viðmerkingar