Í 1983 keyptu føroyingar ein italskan risatrolara til svartkjaftaveiðu, og greitt verður frá, at politikkur spældi ein leiklut, tá ið avgjørt varð, hvør skuldi hava skipið.
Tvey reiðarí royndu seg, men hvørki av reiðaríunum megnaði at fáa raksturin at standa upp og niður.
Vit lesa um trupulleikarnar í sambandi við fiskiskapin, fiskavirkingina umborð og søluna av fiskinum. Greitt verður frá lívinum umborð, og nógvar samrøður eru í bókini, m.a. við fleiri av mongu gentunum, sum vóru við skipinum, til tað varð selt av landinum – bert fimm ár eftir, at tað kom í føroyska flotan.
Facebook viðmerkingar