Heilsuskúlin søkir eftir lærara til fast starv, frá 1. februar 2023. Starvið er ¾ tíð. Viðkomandi skal hava útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur ella samsvarandi á bachelorstøðið og hava í minsta lagið 2 ára starvsroyndir innan økið.
Um starvið
Starvið fevnirm.a.um:
• Undirvísing
• Næmingasamrøður
• Vegleiðing til verkætlanarskriving
• Próvtøkuhald
• Starvsvenjingarvitjanir runt landið
• Luttaka á toymisfundum
• Samábyrgd av at menna útbúgvingarnar og av øllum virksemi á skúlanum
Starvsfólkini hava fasta arbeiðstíð á staðnum. Arbeiðið verður lagt til rættis sum toymisarbeiðið, í tøttum tvørfakligum samstarvi, millum lærararnar á skúlanum. Starvið inniber vitanardeiling millum starvsfólkini, og gott samstarv er tískil eitt lyklaorð.
Tað er týdningarmikið at viðkomandi dámar væl at samstarva, er jaligur og fleksibul. Starvið hevur við sær, krav um loknað námsfrøðiliga útbúgving í seinasta lagið 2 ár eftir starvssetan. Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Vivie Davidsen stjóra, á telefon 294200 ella við telduposti til vivie.davidsen@skulin.fo.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin16. desember 2022
Umsókn, saman við avriti av prógvum v.m., skulu sendast við telduposti til Heilsuskúla Føroya til heilsuskulin@skulin.fo, stílað til Vivie Davidsen, stjóra.
Heilsuskúli Føroya byrjaði í 2001. Á skúlanum starvast 12 lærarar í føstum starvið umframt tímalærarar. Skúlin húsast í sama bygningi sum miðnámsskúlin í Suðuroy. Skúlin leggur stóran dent á gott samstarv og gott arbeiðsumhvørvi. Á Heilsuskúlanum ber til at lesa til heilsuhjálpara, heilsurøktara og námsfrøðihjálpara.
Facebook viðmerkingar