Vágs Býráð samtykti á býráðsfundinum mánakvøldið 28. novembur 2022 fíggjarætlanina fyri 2023 við 2. viðgerð.
Skattaprosentið fyri 2023 veður lækkað úr 21,50% til 21,30%, meðan barnafrádrátturin verður tann sami, 6.000 kr. fyri barni.
Inntøkurnar hjá Vágs Kommunu komandi ár eru mettar til 71,593 mió kr. Rakstrar útreiðslurnar verða 62,543 mió kr., løgurnar 7,850 mió kr. og eitt RLÚ á 1,2 mió kr., sum verður til at gjalda niður skuld.
Høvuðstøl í fíggjarætlanini
Skattainntøkurnar hjá Vágs Kommunu eru mettar til 46,586 mió kr. Eftirlønarskattur er mettur til 16,031 mió kr. DIS, FAS og frádráttir verða 4,130 mió kr., meðan partafelagsskatturin er mettur til 3 mió kr. Leigu inntøkurnar av ellisheiminum Hamragarður eru 1,846 mió kr. Inntøkurnar eru mettar til at verða góðar 4,3 mió kr. hægri í 2023, í mun til 2022.
Skattalættin á 0,20% kostar áleið 0,5 mió kr., og vónar Bjarni Johansen, borgarstjóri, at hetta vil lætta um hjá borgarum í Vágs kommunu. Bjarni leggur aftrat, at í fjør var barnafrádrátturin hækkaður við 500 kr. fyri barni og tí verður skattaprosentið dagført í ár.
Raksturin av tænastum, sum Vágs Kommuna skipar sjálv og í samstarvi við kommunurnar í Suðuroynni, er í 2023 mettur at kosta áleið 61,5 mió. kr. Hetta er áleið 2,7 mió kr hægri enn í 2022. Tað er serliga Almanna- og heilsumál, Børn og ung umframt Mentan og frítíð, sum økja um raksturin.
Vágs Kommuna fer í 2023 at rinda góðar 3 mió. kr. av skuldini. Renturnar eru í 2023 mettar at verða góðar 0,3 mió. kr.
Raðfestingar í 2023
Vágs Kommuna fer í 2023 at gera íløgur fyri 7,850 mió. kr.
Fyrr í ár keypti Vágs Kommuna grannahúsið við barnagarðin Eikilund. Byrjað varð beinanvegin at seta húsið í stand og hetta arbeiðið heldur fram í 2023 soleiðis, at húsið kann takast í nýtslu, sum skjótast. Somuleiðis hevur Ungdómshúsið fingið eina dagføring í 2022 og heldur tað arbeiði fram í 2023.
Vágs Skúli hevur gjøgnum fleiri ár verið raðfestur við dagføringum og heldur tað arbeiði fram í 2023, har hølisviðurskiftini skulu dagførast.
Tað er av stórum týdningi at kommunurnar og tað almanna ganga undan í samband við tað grøna orkuskifti, og tí hevur Vágs Kommuna set av 1,5 mió kr. til orkuskifti í 2023, har Páls Høll millum annað skal hava eina varandi grøna orkuloysn.
Á tí tekniska økinum er peningur settur at til at gera vegin lidnan í nýggja kirkjugarði, keyp av nýggjari gravmaskinu og til asfaltering, sum er ein týðandi partur av viðlíkahaldinum av vegakervinum í Vágs Kommunu.
Á havna økinum eru settar 1,5 mió kr. til dagføringar av bátahylinum á oyrinum.
Hildið verður fram at uppraðfesta mentanar- og trivnaðarøki. 2,0 mió kr. er settur av til framhald av Fiskaplássinum á Løðhamari, sum eftir ætlan skal verða ein miðpallur hjá Vágs Kommunu innan mentanar- og trivnaðarøki. Av teimum 2 mió kr. eru settar 0,5 mió kr. av til vegagerð.
Øll fíggjarætlanin kann lesast her.
Facebook viðmerkingar