Reisigildið við Tjaldavík

Í góðveðrinum mánadagin 28. nov. 2022 bleiv baðihúsið hjá Sjódypp reist við Tjaldavík.

Baðihúsið er 32kvm stórt, skal innihalda sauna, skiftirùm og uppihaldsrúm.

Síðani 2020 hava vit aktivt søkt stuðul frá m.a Hópfígging, LOA, virkum, kommunum og sjálvandi okkara trúfastu limum.

Baðihúsið væntast at verða tikið í nýtslu umleið jóansøku tíð komandi summar.

Ørvur Norðberg, sum er timburmaður, byrjaði 9. novembur at byggja elementir inni í pakkhúsinum hjá Richard B. Thomsen Timburhandli.

Í dag, týsdagin 29. novembur kl: 14.00 verður reisigildið við Tjaldavík.

Øll eru vælkomin til ein drekkamunn.

Facebook viðmerkingar