Dansibandsfestivalurin í Vági verður fyrsta vikuskifti í mai 2023, tað er 5. og 6. mai – fríggjadag til leygarkvøld.
1. desembur kl. 10.00 ber til at keypa pláss til kampingvognin á Kamping Vágseiði, sum er staðsett á náttúru vakra økinum á Vágseiðinum, har eisini Dansibandsfestivalurin er.
Kampingøkið hevur 50 pláss. 12 pláss eru eystan fyri Vágs høll og 38 vestanfyri vestan fyri. Harav eru 2 pláss avmerkt til fólk við rørslutarnið.
Sølan av teimum 50 kampingplássunum fer fram á billett.fo og kostnaðurin er 999 kr. fyri hvørt plássið – fyri allar dagarnar, økið er opið. Kampingøkið letur upp tórsdagin 4. mai og er opið fram til mánamorgunin 8. mai. Tey, sum ynskja at bíleggja pláss til rørslutarnið, verða vinarliga biðin um at venda sær til Visit Suðuroy á telefon 239390 ella á teldupost info@vagur.fo.
Facebook viðmerkingar