Komandi sunnudag, 2. Sunnudag í advent, fær Frelsunarherurin í Vági, vitjan av Rúna Rasmussen.
Rúni er Havnamaður, men er giftur og búsitandi inni á Strondum og arbeiðir dagliga sum kommunustjóri í Klaksvíkar kommunu. Fyriuttan at verða formaður í hondbóltsfelagnum á Strondum – STÍF – brúkar Rúni eisini av síni frítíð í samkomuni ”Kelduni” í Skálabotni. Hann hevur – umframt givið bøkur út – brúkt nógva tíð í at tala úr Guds Orðið.
Aftaná møtið, bjóða vit til ein nátturðabita.
Skráin fyri sunnudagin er hendan:
Kl 12 Sunnudagsskúli
Kl 15 Kórkonsert í Vágs kirkju
Kl 18 Møti, Rúni Rasmussen talar.
Verið hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar