Visti tú ikki av hesum?
Hygg so her: Hvørt ár fara 1500-1600 fólk til viðgerð á sjúkrahúsum uttanlands, av hesum er nógv tann størsti parturin í Danmark. Fleiri av hesum sjúklingum fara meira enn eina ferð um árið av landinum til viðgerð. Afturat hesum koma fylgjarar, sum fáa játtað at fara við.
Í ár betala vit 155 milliónir fyri viðgerðirnar til tey sjúkrahúsini, sum fólk fara á. Eisini gjalda vit 27 milliónir fyri flutning og uppihald, og 23 milliónir fyri Hotel Tórshavn. Samanlagt merkir hetta, at vit í ár gjalda umleið 205 milliónir.
Eg taki hetta bert fram tí eg havi hoyrt sagt, at ríkisfelagsskapurin og danir gjalda okkara viðgerð uttanlands. So er ikki. Tað sæst við at hyggja í fíggjarlógina, sum eg havi hesi tølini úr.
Omaná hetta gjalda vit sjálvsagt alla viðgerð í Føroyum.
Vit gjalda fyri okkum, vit klára okkum. Bara fyri at fáa hetta uppá pláss
Sirið Stenberg Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar