Áðrenn markatalsbygdin, Hoyvík, 5. oktober 1978 legði saman við Tórshavnar kommunu, var hon eitt serstakt valstað. Nú er upp á tal at fáa hesa skipan aftur.
Eitt demokratiskt framstig
Men hinvegin ber hetta við sær, at tað nú fer at vera lættari hjá myndugleikunum at síggja, hvussu tann minnilutin í Tórshavnar kommunu, sum býr í Hoyvík, atkvøður, tá val er.
Hetta kann føra við sær, at er eitt mál fyri, har støðutakanin hjá hoyvíkingum er øðrvísi enn hjá teimum ráðandi, kunnu myndugleikarnir hevna seg inn á hoyvíkingar.
Hesum høvdu vit sloppið undan, um hoyvíkingar sluppu at hava sítt egna valstað, men at kassarnir við atkvøðuseðlum vórðu fluttir oman til Tórshavnar, tá liðugt var at atkvøða, og allir seðlar vórðu taldir upp undir einum, so einki varð avdúkað um, hvørjir seðlar vóru úr Hoyvík.
Sama mannagongd kundi verið nýtt fyri øll hini valstøðini í kommununi.
Nógv av teimum eru so smá, at talan er um eitt álvarsligt demokratiskt vandamál, tí við tí tøkni, sum nú er til taks, ber til at hava nærum fulla vissu fyri, hvussu hvør einasti veljari hevur atkvøtt. Hetta er brot á tey mannarættindi, at øll akulu sleppa at velja í loyndum. Sum er heldur Tórshavnar kommuna ikki hesi mannarættindi,
Men eru allar Føroyar ikki eitt valdømi, eins og Tórshavnar kommuna er tað til kommunuval? Tá øll uppteljing til kommunuval fer fram undir einum í Tórshavnar kommunu, fer eisini uppteljingin til onnur val fram undir einum innan fyri kommunumark í hesi kommununi. Minna helvtin av øllum borgarum í Føroyum hava tá fingið sín demokratiska rætt til at atkvøða í loyndum.
Men hvat við hinari helvtini av føroyingum? Kann nakað gerast fyri at teir eisini kunnu fáa hendan mannarætt?
Tá Hoyvík fær sítt egna valstað, ber eisini løgtinginum til at samtykkja, at øll verandi valstøð til løgtingsval framvegis verða nýtt. Tá valið er liðugt, verða atkvøðukassarnir sendir til Tórshavnar, har skipað verður so fyri, at atkvøðurnar verða taldar upp og einki verður avdúkað um, hvar atkvøðurnar eru frá. Tá vegurin til Suðuroyar er liðugur um fýra ár, kunnu atkvøðuseðlarnir úr Suðuroynni vera í Tórshavn klokkan ellivu, og tá allar atkvøðurnar eru framkomnar, ber eisini til at hava fínteljing, so vit fáa eitt endaligt valúrslit beinanvegin.
So kunnu vit fáa demokratisk og loynilig val, sum okkara mannarættur er, ikki bert í Hoyvík, men í øllum Føroyum.
Við sjálvstýriskvøðum
Zakarias Wang, valevni Sjálvstýrisfloksins
Facebook viðmerkingar