Ferðavinnuskeið Suðuroy

Mynd: Oda W. Andreasen

Visit Suðuroy skipar fyri ferðavinnuskeiði tvey kvøld í januar 2023, har dentur verður lagdur á at menna pakkatilboð í Suðuroynni til komandi vár og summar.

Skeiðið er ókeypis og fyri øll, sum hava áhuga í ferðavinnuni í oynni. Skeiðið verður í Miðlatúni í Vági.

Týskvøldið 10. januar kl. 19.00 – 21.30: Bygnaður og sølukanalir í ferðavinnuni
19.00 – 20.00  Bygnaðurin í ferðavinnuni

20.00 – 20.20  Steðgur við drekkamunni og sparring

20.30 – 21.30  Sølukanalir og marknaðarføring á sosialum miðlum

(Heimauppgáva til hóskvøld hugsa um tveir heildagstúrar í oynni)

Tórskvøld 12. januar kl. 19.00 – 21.30: Pakkar og prísir
19.00 – 20.00  Pakkaproduktir – vi designa  2 túrar í oynni, ein í sunnara parti og ein í norðara parti.

20.00 – 20.30  Steðgur við drekkamunni og sparring

20.30 – 21.30  Prísáseting og søla.

Undirvísari er Oda Wilhelmsdóttir Andreasen, sum hevur egna fyritøku innan ferðavinnuna golocal.fo og útbúgving innan ferðavinnu og HD í Strategic Marketing Management. Hon hevur áður undirvíst ferðaleiðarum í Suðuroynni og ger túrar við serligum denti á burðardygd.

Tilmelding

Sjálvt um skeiðið er ókeypis, so krevst tilmelding. Meldað til á info@vagur.fo, og freistin er 6. januar 2023.

Facebook viðmerkingar