Tað er við gleði og nøgdsemi, at eg takki tykkum øllum, ið gjørdu mær 100-ára dagin so sermerktan, somuleiðis dagarnar aftaná. Takk familja og kenningar, bygdafólk og myndygleikar fyri gávur, heilsanir, talur og at tit komu í føðingardagin – Eisini takki eg manskórunum hjá Heimamissiónini og Frelsunarherinum fyri vakran sang og Tvøroyrar hornorkestri fyri, at tit settu so vakran dám á. Ein hjartans takk til børnini, sum gjørdu dagin so stórslignan. Størstu tøkkina sendi eg til hann, ið øllum valdar, fyri signing og náði.
Gleðilig jól øll somul.
Vinarliga
Betta Eið
Hvalba
Facebook viðmerkingar