Suðuroyarkalendarin 2024


Suðuroyarkalendarin 2024 er aftur á tekniborðinum og vit hava tørv av góðum myndum av Suðuroynni.

Hevur tú hug til at vera við í kalendaranum, so ert tú hjartaliga vælkomin at senda myndir inn á teldupostadressuna suduroydarkalendarin@gmail.com

Fylla myndirnar yvir 20 mb til saman, brúkið so endiliga WeTransfer at senda við, sí her https://wetransfer.com .

Vit hava tørv á myndum úr allari suðuroynni og av øllum árstíðum, so halt teg endiliga ikki aftur við at senda.

Kápumyndina lata vit 1500,- fyri og 500,- fyri myndirnar inni í blaðnum. Myndafólkið verður eisini frámerkt undir myndini.

Verður ein mynd vald, fær myndafólkið boð um hetta, áðrenn myndin verður nýtt. Seinasta freist at senda myndir inn, er fríggjadagin 17. februar. Lions Suðuroy

Facebook viðmerkingar