IN.FO: Tað hevur verið av mesta vindi í nátt og í Vági hevur stóra marghøllin fingið stóran skaða. Jens Petur Brattalíð, hallarleiðari hjá Vágs Kommunu, sigur, at takið er skrædað í fullari longd av vindinum, tað vil siga 75 metrar av takinum eru skrædnaðir.
Hann veit ikki, nær takið er skrædnað, men sjálvur varnaðist hann tað, tá ið hann fór til arbeiðis klokkan knapt seks í morgun.
Á eini av síðunum er høllin eisini skrædna einar 20 metrar í fullari hædd, einar 15 metrar. Jens Petur Brattalíð sigur, at sum støðan er nú, er einki at gera, tí tað er so nógvur vindur. Tað er heldur ikki hugsingur um hjá bjargingarliðnum at tetta eitt hol upp á 75 metrar við plátum, so nú mugu tey bíða til vindurin er avhæsaður út á fyrrapartin.
Hann sigur, at talan er um so stóran skaða, at hetta letur seg ikki umvæla. Tá ið veðrið batnar, verður skaðin endaliga skoðaður, og so má støðan takast til, hvussu hetta kann bjargast, men har má nýggjur klædningur til.
Kelda: IN.FO
Facebook viðmerkingar