Livikostnaðurin rýkur upp í løtuni, og tá er neyðugt hjá politisku skipanini at traðka í karakter og hjálpa teimum, ið trongja mest. Tí hevur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, í dag latið Løgtinginum uppskot um hjálparpakka fyri fíggjarliga sperd húski.
Hjálparpakkin skal hjálpa barnafamiljum, pensjónistum og øðrum, ið merkja prísvøksturin serliga væl. Hjálparpakkin inniheldur í høvuðsheitum:
– Eitt hjálparískoyti til fíggjarliga sperd húski á 12.000 krónur
– Familjuískoytið verður víðkað og upphæddin hækkar restina av árinum
– Treytin um oljufýr, fyri at fáa stuðul, verður strikað
– Barnauppsparingar fara ikki at forða foreldrum at fáa lut í hjálparpakkanum
Nógv sita ótrúliga hart í tí, og vit vóna at hetta kann hjálpa og lætta um. Vit lovaðu áðrenn valið, at gera okkara ítarsta fyri at loysa gerandisdagin, og hetta er partur av loysnini.
Facebook viðmerkingar