Jákup og Gudmund vunnu 8. umfar í sjavs

8. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag varð spælt i VB-húsinum 23. februar og hetta umfarið vunnu Jákup Joensen og Gudmund Poulsen.

Úrslitið av umfarinum gjørdist hetta:

Nr.1. Jákup Joensen og Gudmund Poulsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Eyðólv Bech og John Bech, 3 stig hvør
Nr. 3. Kathrina Borgardal og Eirikur Poulsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Jens Mørk og Dánjal Petur Thorsteinsson, 1 stig hvør

Hesa vikuna verður umfarið í Sjavskappingin framskundað til ónskvøldið 1. mars. Spælt verður kl. 18.30 og sum vant er tað í VB-húsinum og øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar