Borgarafundur í Salt sunnudagin

Áhugabólkurin “Livilig kor” skipar fyri borgarafundi í Salti á Drelnesi í morgin sunnudagin 26.mars klokkan 14.00

Endamálið við fundinum er at leggja fram eitt alternativt broytingaruppskot til býarætlan, sum er grundað á meginreglur innan burðardygga vinnu og burðadygga samfelags- og býarplanlegging. Somuleiðis fer bólkurin at greiða borgarum frá, at hetta verður eitt broytingaruppskot til uppskotið um nýggju samtyktina hjá kommununi, sum eisini verður sent til viðgerðar í landsstýrinum. 

Áhugabólkurin “Livilig kor” fer at grundgeva fyri, hví Tvøroyri ikki skal ofrast á ídnaðarliga altarinum, við at vísa á hvussu eitt skipað býarsamfelag skapar trivnað. 

Óttast verður fyri, at ætlanin hjá Varðanum Pelagic at útbyggja verður so órímiliga dýr fyri kommununa, at sjálvt um Varðin Pelagic fíggjar og byggir dýru verkætlanina í fyrstu atløgu, so má kommunan, ella rættari sagt, borgarin á Tvøroyri gjalda hetta aftur, tí at vegir eru og skulu vera almenn ogn.                    Hetta merkir, at borgarin komandi nógvu árini ongan ágóða fáa av Varðanum, men bert meira heilsuskaðilig útlát, lukt, larm og tyngri skipaferðslu, samstundis við at kommunan ikki fer at hava ráð til nakra aðra størri verkætlan í fleiri ár fram.

Haraftrat kemur Varðin at fáa stórar trupulleikar at lúka tey krøv, sum altjóða reglugerðir í størri og størri mun seta fyri heilsuskaðiligt útlát, lukt og larm í blandaðum íbúðar/ídnaðarøki. Tískil meta vit tað vera óhugsandi, at Varðin áhaldandi sleppur at byggja meira stórídnað millum sethús.

Í 2019 fór talið av fólki í Tvøroyrar Kommunu, sum eru 65+ ár upp um talið av børnum millum 0-17 ár. Tey eldru økjast í tali, meðan børnini fækkast (sí. graf á myndini ovast). Tey ungu ynskja sær ein modernaðan bý, sum setur borgaran í miðdepilin og hugsar um trivnað, umhvørvi og burðardygd – umhvørvisliga, vinnuliga og so sanniliga eisini samfelagsliga burðardygd.

Skrá:

1) Limir úr “Liviligum korum” bjóða vælkomin og greiða frá endamálinum við fundinum.

2) Sámal Matras, samfelagsfrøðingur, tosar yvirskipað um samfelags- og býarplanlegging.

3) Nina Alberg Arge, arkitektur frá Landsverk, leggur fram um arkitetkurpolitikkin hjá landinum.

4) Kári Thomsen, arkitektur, leggur fram um býarskipan og byggisamtykt.

Pausa

5) Framløga av meiningakanning

6) Kári Thomsen, arkitektur, leggur fram broytingaruppskot vegna áhugabólkin “Livilig kor”, sum er grundað á meginreglur innan burðardygga vinnu og burðardygga samfelags- og býarplanlegging.

Spurningar/viðmerkingar frá borgarum 

Orðið er frítt. 

Orðstýrari: Dagfinn Olsen

Øll eru hjartaliga vælkomin

Facebook viðmerkingar