Dansibandsfestivalurin í Vági er dansur, tónleikur, hugni, góðar upplivingar og ikki minst góður matur – og stóra grillkvøldið er eitt av hæddarpunktunum á Dansibandsfestivalinum.
Í ár verða tað teir framúrskarandi Ørvaroddar, sum koma at grilla á Dansibandsfestivalinum.
Ørvaroddar grillaðu eisini á Dansibandsfestivalinum í 2018 – og var tað eitt einastandandi væleydnað grillkvøld.
So okur kunnu øll gleða okkum til grillkvøldið á Dansibandsfestivalinum í ár – og sum kunnugt er Dansibandsfestivalurin í døgunum 5. og 6. mai.
Vikuskiftispass fáast til keyps á billett.fo
Facebook viðmerkingar