Seinastu sjey dagarnar hevur elframleiðslan í Suðuroy verið 99,2% grøn.
31 mars var eitt lítið sindur av olju brúkt, men síðan leygardagin 1. apríl hevur verið øgiliga friðaligt á Vágsverkinum, tí vindur, vatn, sól og battaríir hava staðið fyri øllum.
So higartil í apríl hava suðringar vaskað klæði, drukkið kaffi, løtt elbilin osfr. við grønari orku, umframt at vinnan hevur virkað við grønari orku.
Facebook viðmerkingar