Í dag hevur borgarstjórin havt forkunnuga vitjan. Forkunnug, tí tað er sanniliga ikki hvønn dag at ein heimsmeistari av Tvøroyri vitjar.
Sára Maria Johansen gjørdist heimsmeistari í innirógving á 2000 metra teininum, hin 26. februar! Eitt ótrúligt avrik í harðari kapping í Kanada, millum heimsins allar bestu innirógvarar.
Sára er tó einki óskrivað blað her á klettunum og tey flestu ið kenna Sáru, eru nokk ikki skelkaði av hesum úrslitinum, tí hon fer altíð 100% inn í tað, ið hon setur sær fyri.
Sára hevur altíð verið virkin í ítrótti í heimbýnum og hetta hava Tvøroyrar Fimleikafelag og ikki minst TB-Flogbóltur, har hon eisini hevur roynt at verið Føroyameistari fleiri ferðir, notið gott av.
Rógvingina royndi Sára á fyrsta sinni sum 12-ára gomul og gjørdist hon fyri fyrstu ferð føroyameistari í rógving, við barnamanningini hjá Firvaldi í 2014. Hetta var ein heilt serliga góð manning, ið við gentum eisini vann FM í 2015, 2016 og 2017. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, var venjari hjá gentunum hesi fyrstu árini og var eisini venjari seinnu árini saman við Kristinu Roest.
Eftir at hava roynt seg sum venjari í rógvingini í nøkur ár, so fór Sára sjálv at rógva aftur um ársskiftið 2020/2021, nú við kvinnumanningini hjá Firvaldi. Tað var her, at Sára uppdagaði at hon eisini skaraði framúr í inniróðri. So mikið væl gekk, at hon í 2021 gjørdist føroyameistari á 2000 metra teininum. Stutt eftir hetta stillaði hon upp í norðurlandameistarakappingini, ið hon eisini vann á 2000 metra teininum. Í 2021 bleiv hon eisini føroyameistari við Firvaldi – kvinnum, so alt í alt, eitt sera gott ár hjá Sáru.
Í januar í ár vann Sára danmarksmeistaraheitið í stafett, saman við liði sínum og gjørdist hon eisini nr. 3 í evropameistarakappingini í inniróðri á 500 metra teininum.
Í dag búleikast Sára í Keypmannahavn og rør við felagnum KVIK, har sera nógv tíð fer við venjing.
Nú tað frættist at Sára var heima og vitjaði, so gjørdi Tvøroyrar kommuna av at royna at “fanga” hana og heiðra henni fyri hennara mongu, stóru avrik innan ítróttin – ikki minst heimsmeistaraheitið. Borgarstjórin, Kristin Michelsen, helt eina røðu fyri Sáru, ið hevði stoltu familjuna hjá sær við, og handaði henni eina gávu, vegna Tvøroyrar kommunu.
Avrikini hjá Sáru eru við til at geva øðrum ítróttarfólki íblástur og seta heimstaðin á Føroya- og heimskortið.
Hjartaliga til lukku Sára og tey bestu ynskini um eina bjarta framtíð.
Facebook viðmerkingar