Sverri og Birgit vunnu 13. umfar í sjavs

Tórsdagin 30. mars varð 13. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag spælt í VB-húsinum. Hetta umfarið vunnu Sverri Jacobsen og Birgit Poulsen og eru tey bæði nú á odda í kappingini við 20 stigum, 6 fleiri enn nr. 2, sum eru John Bech og Hans Jacob Bech. Stigatalvuna finnur tú her.

Úrslitið av umfarinum var hetta:

Nr. 1. Sverri Jacobsen og Birgit Poulsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Torgerð í Lágabø og Conny Thomsen, 3 stig hvør
Nr. 3. John Bech og Eyðálv Bech, 2 stig hvør
Nr. 4. Hans Jacob Bech og Petur Midjord, 1 stig hvør.

Næsta umfar í sjavskappingini verður tórskvøldið 13. apríl kl. 18.30 (tvs. eftir páskir) og spælt verður í VB-húsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar