(Endurlýsing)
Trívist tú í einum fjølbroyttum og framtakshugaðum gerandisdegi, har tú hevur samskifti við ymiskar starvsfelagar, deildir og yrkisbreytir? Arbeiðir tú miðvíst og á skipaðan hátt, meðan tú megnar at halda eyga við smálutinum? So ert tú møguliga okkara nýggja starvsfólk, í Strandfaraskip Landsins.
Vit sóknast eftir einum nýggjum fíggjarfólki við roknskaparliðum tevi, og áhuga innan kreditbókaldi. Sum hevur áhuga í at arbeiða tvørfakligt og at átaka sær fjøltáttaðar uppgávur.
Strandferðslan er í eini spennandi menningartíð, har sett er út í korti at endurnýggja strandferðsluflotan. Til at loysa nakrar av teimum spennandi avbjóðingunum, hava vit brúk fyri fíggjarfólki sum hevur tev fyri og er áhugað í kreditbókhaldi.
Vit bjóða
Eitt spennandi starv í einum broytiligum umhvørv, við fjølbroyttum og avbjóðandi arbeiðsuppgávum. Tú fært eisini møguleika at arbeiða sjálvstøðugt og at ávirka egnan arbeiðsdag. Harumframt fært tú góðar møguleikar fyri egnari fakligari og persónligari menning.
Starvið
Sum partur av fíggjardeildini, fært tú innlit í Búskaparskipan landsins og uppgávur, ið deildin hevur ábyrgdina av. Á fíggjardeildini verður arbeitt miðvíst við at veita eina búðskaparfyrisiting við úrslitum, harundir at samskipa, viðlíkahalda og menna búskaparstýringina hjá SSL.
Dagliga virksemi í starvinum fevnir m.a. um at
– avstemma kreditorar og bankar
– móttaka rokningar, kontera og senda til góðkenningar
– sláa inn kassarapportir
– leggja mannagongdir til rættis
Førleikakrøv
Við skrivstovuútbúgving ella sambæriligari viðkomandi útbúgving ella royndum, er tað ein fyrimunur at tú hevur kunnleika til týðandi talgildar skipanir og hevur góðar telduførleikar.
Aftur at hesum verður væntað, at tú sýnir ábyrgd og skilvísi, ert fyrikomandi, og dugir at samskifta og samstarva við onnur.
Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um eitt fulltíðar starv sum fíggjarfólk at byrja 1.juni 2023.
Dagligi arbeiðsstaðurin er á Tvøroyri. Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið, lønarflokki 4.
Umsóknarfreistin er 23.apríl 2023 á midnátt. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Dan Djurhuus, fíggjarleiðara, á tlf. 293025 ella umvegis teldupost á dad@ssl.fo.
Facebook viðmerkingar