Á Strandferðsluni er eitt spennandi starv sum tekniskur leiðari leyst at søkja. Sum tekniskur leiðari kemur tú ongantíð at keða teg, tí tú fær ábyrgd av og skal tryggja tekniska partin av rakstrinum fyri skipini og tilhoyrandi rakstrargøgn.
Uppgávan er avbjóðandi, tí fleiri av skipunum eru gomul, men sett er politiskt út í kortið at endurnýggja ferjurnar. Peningur er settur av til kanningar og skitseringar, og hol er sett á. Farið verður ætlandi undir fyrstu bygging í seinnu hálvu av 2024. Hesum verkætlanum verður tú ein náttúrligur partur av.
Starvið
Tú fær stóra ávirkan á títt starv og menningina av tí. Umframt tætt samstarv við rakstrarleiðaran, sum tú vísir til og avloysir eftir tørvi, er samstarvið tætt við skipsinspektør og skipsleiðslur. Í felag umsita tit skipaflotan hjá Strandferðsluni.
Ábyrd:
– Veita tekniska ráðgeving og vegleiðing
– Samskipa umvælingar og viðlíkahald
– Fyrireika og leiða verkætlanir
– Veita hagtalsuppgerð og greining av fíggjarliga rakstrinum
Førleikar:
– Fulla maskinmeistaraútbúgving ella aðra líknandi útbúgving
Áhuga fyri bæði eldri og nýggjari tøkni
– Royndir við viðlíkahaldsskipanum og góðan teldukunnleika
– Vitan og royndir við leiðslu av verkætlanum
Vit vænta, at tú er forvirkin, framfúsin, røkin og dugir væl at skipa teg. Breið og holl teknisk vitan er ein fortreyt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir innan leiðslu og skipabygging.
Setanar- og lønarviðurskifti
Starvið verður lønt sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsókn
Umsóknarfreistin er mikudagin 26. apríl 2023. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Jóhan Petur Abrahamsen, rakstrarleiðara á t-posti jpa@ssl.fo. Umsóknin verður sjálvandi viðgjørd í trúnaði.
——————————————————————————————————————————————————————————————
Um Strandfaraskip landsins:
Strandferðslan ella SSL er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og Samferðslumálaráðnum. SSL skal sambært lóg lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. SSL umsitur 29 farleiðir, av hesum tíggju Oyggjaleiðir og 23 Bygdaleiðir. Til at røkja uppgávurnar eru til taks tíggju ferjur og 48 bussar. Í fjør var talið av ferðandi 1,2 milliónir, av hesum 700 túsund við ferjunum og 500 túsund við bussunum. Knøpp 200 starvsfólk eru á ferjunum og fyrisitingini. Bygdaleiðir eru útveittar eins og tyrluflúgvingin. Miðal árlig játtan seinastu fimm árini til rakstur, viðlíkahald og tyrluflúgving var 230 milliónir krónur á landsins fíggjarlóg. Fyrisitingin er staðsett á Tvøroyri.
Facebook viðmerkingar