Sunnudagin 16. apríl skipa sunnudagsskúlarnir í Vági fyri felagstiltakið.
Tað hevur í eina tíð verið samskift um møguleikan fyri at vísa á týdningin av sunnudagsskúlaarbeiðinum og eisini samstarvi millum sunnudagsskúlarnar, og nú sunnudagin verður hetta tiltakið á skrá í Vági.
Tiltakið byrjar kl. 13.00 við Frelsunarherin í Vági og heldur so fram gjøgnum bygdina, til Bethel, Meinigheitshúsið og enda verður í parkini við sandin.
Á skránni hendan dagin er felagssangur, søgur, bíbliusøga, spøl og okkurt søtt.
Fyriskiparnir vóna at síggja nógv børn, ung, vaksin og gomul tí øll eru hjartaliga vælkomin og enntá er alt ókeypis.
Sunnudagsskúlarnir í Vági
Facebook viðmerkingar