TB hevði ein týðandi heimadyst á skránni í dag, tá 07 Vestur vitjaði við Stórá.
Heimaliðið legði seg á odda 1-0 í fyrra hálvleiki við máli sum John Villy Wøldike gjørdi eftir upplegg frá Andreas Midjord.
Í sseinna hálvleiki javnaði 07 Vestur og var tað Jasper van der Heyden, sum skoraði fyri 07 Vestur.
Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skoraði Jens Erik Bruhn sigursmálið til 2-1.
Eftir eina trilvandi byrjan hevur TB nú fingið 4 stig í teimum báðum seinastu umførinum, tveir heimadystir við Stórá.
Facebook viðmerkingar