Sum liður í ungdómsmenningini hjá Ríðisambandinum, hevur ungdómsmennarin Nina Brockie, hetta vikuskiftið verið í Suðuroy og lagt lag á hjá ungu limunum í Suðurross.
Suðurros er nýggjasti limurin í Ríðisambandinum og tí er sera hugaligt at ungdómsmenningin nú eisini røkkir teirra limum. Nina Brockie ungdómsmennari, letur væl at umstøðunum hjá Suðurross ið húsast í gomlu smoltsstøðini í Hovi. Eisini rósar Nina hugburðin hjá teimum ungu reiðfólkunum í Suðuroy.
Ríðisamband Føroya er vaksið nógv seinastu árini. Frá trimum limafeløgum fyri nøkrum fáum árum síðani, til nú at sætta felagið hevur umsókn um limaskap. Hetta er sjálvsagt nakað sum nevndin í sersambandinum innan ríðing fegnast um.
Eisini fegnast ríðisambandið um at sambandið nú eisini fevnir um tvær av størri oyggjunum, sum ikki fyrr hava verið umboðaðar, nevnliga Eysturoy og Suðuroy. Stóra avbjóðingin hjá nýggju feløgunum er heilt vist høgi kostnaðurin at byggja felagsfjós, hallir og ríðibreytir, men ríðisambandið fegnast um góða hugburðinum í nýggju feløgunum og vónar at tey við góðari hjálp kunna røkka sínum málum.
Facebook viðmerkingar