Í samband við nógv umrødda lønarlyftið til útvaldar bólkar á umsorganarøkinum, er tað undrunarvert, at sjúkrarøktarfrøðingar verða frávaldir ? Í 1969 blivu tær flokkaðar í ein lægri lønarflokk enn mennirnir, tí tær ikki høvdu forsyrgjaraskyldu.
Fyri ikki so nógvum árum síðan í krepputíðum fóru sjúkrarøktarfrøðingar niður í løn fyri at vísa samfelagssinni. Í 2017 vildu sjúkrarøktarfrøðingarnir gera upp við reformin í 1969 og lønarniðurskurðin í kreppuni.
Løgmaður hevur sagt fleiri ferðir, at tey, sum starvast á umsorganarøkinum, skuldu upp í løn. Løgmaður hevur eisini sagt, at tað er upp á tíðina at kvinnufakini fáa eitt uppiborið lønarlyft. Hann hevur eisini sagt, at tá umsorganarøkini virka optimalt eru tað ikki bara starvsfólkini sum vinna, men eisini brúkarin og avvarðandi. Eg fái hesi orð løgmans illa at passa saman við tað sum verður víst í verki, nevniliga útihýsingina av sjúkrarøktarfrøðingunum.
Spennandi verður at fylgja, um umsorganarøkini blíva betri, tá tey við hægstu/longstu útbúgvingini á økinum verða útihýst. Hetta er undrunarvert og ørkymlandi. Avdúkar hetta ikki manglandi virðing fyri sjúkrarøktarfrøðingunum og faki teirra ? Og stendur hetta ikki í skríggjandi andsøgn við tað, sum bleiv sagt undir korona av landsins politikarum. ? Tað gekk næstan ikki dagur, har øll fingu at hoyra , hvussu týdningarmikið arbeiði sjúkrarøktarfrøðingarnir gjørdu í koronatíðini. Har manglaðu ikki lovorð, herðaklapp og rósur, men tað livir sum kunnugt ongin av.
Tá eg gekk á politiskúla í 1986 vóru sáttmálasamráðingar á almenna arbeiðsmarknaðinum í Danmark. Eitt av herrópunum var “vi er glade for vores arbejde, men det kan vi ikke leve af”. Sum kunnugt livir heldur ongin av lovorðum, herðaklappum og rósum.
Samgongan ætlar at geva nøkrum bólkum innan sama øki lønarlyft, men skulu sjúkrarøktarfrøðingar taka til takkar við lovorðum, herðaklappum og rósum ?.
Ætlanin við mínum fyrispurningi er so avgjørt ikki at seta bólkar upp móti hvørjum øðrum. Tað hevur samgongan við hesum longu gjørt. Eg haldi, at øll á umsorganarøkinum skulu hava lønarlyft og ongin skal útihýsast. Tað sum samgongan ætlar at gera tykist sera løgið.
At gera lønarlyfti til stríð um kvinnurættindi og ikki taka sjúkrarøktarfrøðingarnar við, er tað ikki at vísa manglandi virðing fyri sjúkrarøktarfrøðingum og fyri javnstøðustríðnum ?.
Eg havi í dag sent landsstýriskvinnuni í Fíggjarmálum fylgjandi spurningar:
Spurningarnir eru:
- Hvør er orsøkin til, at sjúkrarøktarfrøðingarnir eru valdir frá, nú samgongan ætlar at lyfta lønirnar hjá útvaldum starvsbólkum á umsorganarøkinum?
- Hevur útihýsingin av sjúkrarøktarfrøðingunum nakað við sáttmála-samráðingarnar í 2017 at gera, tá sjúkrarøktarfrøðingarnir nýttu verkfalsrættin til at koma til eitt rímiligt úrslit?
- Væntar landsstýrismaðurin, at tað eggjar fólki at lesa sjúkrarøktarfrøði, sum er hægsta útbúgving innan umsorganarøkið, tá starvsbólkurin verður útihýstur í samband við lønarlyftið?
- Er tað eftir avtalu við felagið hjá sjúkrarøktarfrøðingum, at hesin starvsbólkur ikki fær eitt lønarlyft ?
Les leinki: https://www.logting.fo/mal/mal/?id=10408
Facebook viðmerkingar