Vármarknaður á havnarlagnum á Tvøroyri

Hóast hitamátarin ikki reiðiliga vil kvinkast upp eftir enn, so er várið í hond og í tí sambandi fer Tvøroyrar kommuna undir eitt nýtt tiltak, ið ætlanin er skal verða afturvendandi.

Leygardagin 13. mai verður skipað fyri vármarknaði á havnarlagnum á Tvøroyri. Hugnaligu, gomlu bygningarnir hjá T.F. Thomsen, ið Tvøroyrar kommuna nú eigur, verða karmur um tiltakið.

Vit brúka Seglloftið, Pakkhús 5 og gamla Einahandilin/Pubbin og eftir ætlan fer at bera til at keypa sær ymiskt handaligt, góðan, føroyskan mat og “loppur”.

BÍLEGGIÐ TYKKUM PLÁSS

Tað er ókeypis at verða við, bert skulu tit boða frá at tit ynskja at gerast partur av tiltakinum og hvat tit ætla at selja.

Boðast kann frá við at ringja 611085, ella við at senda teldupost á bn@tvoroyri.fo

Seinasta freist at boða frá luttøku, er mánadagin 8. mai kl. 15:00.

Facebook viðmerkingar