Jónsvein og Leivur vunnu 15. umfar í sjavs

15. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag varð spælt í VB-húsinum 20. apríl. Hetta umfarið vunnu Jónsvein Bech og Leivur T. Willumsen.

Úrslitið av umfarinum gjørdist hetta:

Nr. 1. Jónsvein Bech og Leivur T. Willumsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Elna Poulsen og Tova Kjærbo, 3 stig hvør
Nr. 3. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Kathrina Borgardal og Eirik Poulsen, 1 stig hvør

Næsta sjavskapping verður í kvøld, tórskvøldið 27. apríl og spælt verður VB-húsinum í Vági kl. 18.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar