Vilt tú vera við til at skapað okra framtíð í einum mennandi og spælandi umhvørvi? Vágs Kommuna søkir eftir leiðara til barna- og ungdómsøkið.
Barna- og ungdómsøkið hjá Vágs Kommunu verður nú deilt í tvær eindir. Hetta merkir, at okur skulu hava ein leiðara til nýggju eindina. Nýggja eindin fevnir um Sóljuna (børn í forskúlaaldri), frítíðarskúlan og ungdómshúsið. Sum leiðari kemur tú at hava ábyrgd av hesum stovnum, ið samanlagt fevna um eini 60 børn, tvær staðsetingar og 6 ársverk.
Nýggi leiðarin kemur at arbeiða í tøttum samstarvið við verandi leiðara á barna- og ungdómsøkinum og vil vísa til leiðaran í kommunalu umsitingini.
Talan er um eitt fulltíðarstarv at byrja skjótast gjørligt.
Okur bjóða okra nýggja leiðara:
- eitt áhugavert og sjálvstøðugt leiðarastarv við nógvum og fjølbroyttum avbjóðingum.
- møguleika at seta sín dám á, hvussu tilboðið til børn og ung verður skipað.
- at verða við til at skapa eitt trygt og gevandi tilboð til børn og ung.
Okur vænta tú, sum leiðari:
- ert útbúgvin námsfrøðingur við møguligum leiðsluroyndum.
- hevur greiðan leiðslusamleika.
- hevur fíggjarligu- og námfrøðiliguábyrgdina á stovnunum.
- hevur ábyrgdina av at tryggja, at stovnsvirksemið verður útint í samsvar við lógir, ásetingar og endamál.
- kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka rættar avgerðir.
- hevur hugsjónir um virksemi ið rúmar bæði barnagarðsbørnum, frítíðarskúla og ungum.
- hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan arbeiðsdag við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum.
- hevur góð evni at umstilla tjeg í einum broytiligum umhvørvi.
- hevur eitt positivt, kveikjandi og framat lítandi lyndi.
- hevur áræði at ganga nýggjar leiðir.
- kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar, foreldur og kommununa.
- hevur lætt við at samskifta munnliga og skrivliga bæði innan og uttanhýsis.
- hevur teldukunnleika á brúkarastøði.
Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya. Sambært §2 í barnaváttanarlógini hevur Vágs Kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.
Umsókn
Skrivlig umsókn saman við møguligum viðmælum og upplýsing um útbúgving og royndum skal verða Vágs Kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 12. mai 2023 kl. 12.00. Umsóknin kann sendast til vagur@vagur.fo ella til Vágs Kommunu, Vágsvegur 30, 900 Vágur. Viðmerk umsóknina “Leiðari”.
Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Petry H. Mortensen á telefon 73 30 08 ella petry@vagur.fo.
Vágs Kommuna
Facebook viðmerkingar