Fisk.fo: Skráin fyri ráðstevnuna um virðisvøkstur í fiskivinnuni er nú tøk og møguleiki er fyri tilmelding.
Landsstýrið hevur sett sær fyri at tryggja størri virðisvøkstur í fiskivinnuni við at eggja vinnuni at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið.
Sum liður í hesi tilgongd skipar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fyri ráðstevnu um virðisvøkstur í fiskivinnuni, sum verður á Hotel Føroyum 8. juni 2023.
Umframt útlendskar og føroyskar framløgur verður eisini umrøða og orðaskifti á skránni.
Tað er ókeypis at luttaka, men tilmelding krevst. Meiri kunning her.
Facebook viðmerkingar