Súsanna fyrsta pisan á Miðnámsskúlanum í Suðuroy

So varð fyrsta pisan floygd í Suðuroynni, og fyrsti studenturin í 2023 í Suðuroy var Súsanna Dalá Holm, sum hevur gingið á hugbreyt.

Hon fekk húgvuna á høvdið kl.09:30 í morgun, eftir at hava verið til próvtøku í týskum.

Tað vóru foreldrini, ið beint eftir próvtøkuna settu húgvuna á høvdið hjá Súsannu, sum síðani vant Merkið á fulla stong.

Facebook viðmerkingar