Tova og Beinir vunnu 21. og 22. umfar í sjavs

21. og 22. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag vórðu spæld 31. mai og 7. juni. Og hesi bæði umførini vunnu Tova Kjærbo og Beinir Thomsen.

Úrslitini frá umførunum vóru hesi:

21. umfar 31. mai 2023:
Nr. 1. Tova Kjærbo og Beinir Thomsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Jákup Joensen og Gudmund Poulsen, 3 stig hvør
Nr. 3. Elna Poulsen og Magni Augusinussen, 2 stig hvør
Nr. 4. Sigmund Andreassen og Thomar Hermassen, 1 stig hvør

22. umfar 7. juni 2023:
Nr. 1. Tova Kjærbo og Beinir Thomsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Conny Thomsen og Ludvig Dimon, 3 stig hvør
Nr. 3. Leivur Willumsen og Jens Mørk, 2 stig hvør
Nr. 4. Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, 1 stig hvør.

Støðuna í sjavskappingini finnur tú her.

Næsta umfar í sjavskappingini verður í VB-húsinum ónskvøldið 14. juni kl. 18.30. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar