Leygarkvøldið 16. septemper verður SALT karmur um eitt stórfingið tiltak, har Signar í Homrum, Eyðun Nolsøe, Fríði Sigmundsson, Ólavur á Váli Olsen saman við einum væl trimmaðum húsaorkestri v/Høgni Fagraberg (gittar) – John Johansen (Bass)Magni Husgaard (tangentar) – Henning Hjalt Nicodemussen (trummur) og DJ Cool (Martin Kjærbo) fara á pall at heiðra Kim Larsen sála.
So nú hevur tú møguleikan at uppliva eitt kvøld, sum ikki er sum hini, har fýra av okkara fremstu trubadurum fara at syngja klassikarar hjá Kim Larsen og Gasolin, so tað verður lagt upp til eitt ordans brak av einum syng-við- konsert / dansikvøldi.
Í mars var sama tiltak í Dansifrøi, tað var útselt og sera væl eydna.
Tiltakið verður í SALT 16. septembur kl. 23-04. Dyrnar lata upp kl 22.00
Atgongumerki fáast á This is my life í Salt (atgongumerki.fo)
Facebook viðmerkingar