Landsstýriskvinnan í almanna- og mentamálum hevur sett nýggja nevnd fyri Demokratia.
Í nevndini sita umboð úr hvørjum flokki á Løgtingi, eitt umboð fyri Kommunufelagið, eitt umboð fyri Kvinnufelagssamskipan Føroya og eitt umboð fyri Javnstøðunevndina. Nevndin fyri Demokratia verður vald fyri valskeiðið, Løgtingið situr, og skipar seg sjálv við forkvinnu ella formanni.
Í nýggju nevndini hjá Demokratia eru hesi umboð:
Umboð | Varaumboð | |
Fyri Fólkaflokkin: | Jóhan Eli Poulsen, Hvalba | Lillian Bjarnadóttir Poulsen, Hoyvík |
Fyri Sambandsflokkin: | Rasmus Son Mørkøre, Hoyvík | Maud Poulsen, Vestmanna |
Fyri Javnaðarflokkin: | Sigrið Sámalsdóttir Hentze, Sandur | Ólavur Larsen, Fuglafjørður |
Fyri Tjóðveldi: | Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen, Miðvágur | Rani Nolsøe, Klaksvík |
Fyri Framsókn: | Hilbert í Grógv, Toftir | Birita Arge, Hoyvík |
Fyri Miðflokkin: | Rósa Gaardlykke Tyril, Norðragøta | Dánjal av Rana, Hoyvík |
Fyri Kvinnusamskipan Føroya: | Elisa Vang, Tórshavn | Marna Jacobsen, Sørvágur |
Fyri Kommunufelagið: | Bjørg á Rógvi, Vestmanna | Jóannes Lisberg, Famjin |
Fyri Javnstøðunevndina: | Niels Uni Dam, Tórshavn | Mary Antonsdóttir, Hoyvík |
Nevndin hittist fyrstu ferð og skipar seg týsdagin í komandi viku. Brandur Mortensen Nolsøe er skrivari og samskipari hjá Demokratia, sum hevur skrivstovu saman við Javnstøðunevndini.
Facebook viðmerkingar