Seint í gjárkvøldið legði ein grind, tilsamans umleið 150 hval, beinini á Trongisvági.
Tað gekk væl at reka grindina inn á Trongisvágsfjørð og nógvir bátar hjálptu til. Á sandinum vóru eisini nógv fólk og tóku ímóti grindini, men nakað av trupulleikum stóðust av einum sand-rivið, sum er útfyri sandin. Hetta darvaði drápinum nakað.
Grindin verður býtt í heimapartar til allar bygdir í Suðuroynni.
Seðlarnar koma út seint fyrrapartin.
Kelda: kvf
Facebook viðmerkingar